2019-06-07 11:35
Íslensk manskór eru væl umtókt í Føroyum. Og seinnapartin hvítusunnudag 9. juni fer Karlakórið KFUM úr Reykjavík at hava konsert í Hoyvíkar kirkju.
Kórið varð stovnað í 2009 og syngur ymiskt íslendskt og útlendskt tilfar. Kórleiðarin er Laufey G. Geirlaugsdóttir og Bjarni Gunnarsson hevur klaverfylgispælið.
Á føroyaferðini verða tey umleið 80 fólk, tí makarnir koma eisini við til Føroya. Tey siga, at tey gleða seg sera nógv til vitjanina.
Slagorðið hjá kórinum er fyrsta ørindi í Sálmi 149 hjá Dávidi: ”Halleluja; Syngið Harranum nýggjan song, lov hans í samkomu dýrkara hans!”
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald