Uttanlands

Ísrael: 250.000 íbúgvar rýmdir úr Gaza býi

Ísrael hevur hert álopini á býin og hevur heitt á íbúgvar um at rýma

Børn í Gaza býi (Savnsmynd)

Børn í Gaza býi (Savnsmynd)

2025-09-13 13:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinastu vikurnar eru yvir 250.000 fólk farin úr Gaza býi, sigur ísraelski herurin, eftir at Ísrael hevur hert álopini í økinum sambært Ritzau.

Gaza býur er størsti býur í Gazageiranum og hevði, sambært ST umleið eina millión íbúgvar. Í vikuni heitti Ísrael á íbúgvar um at rýma úr býnum.

Les eisini: Ísrael biður fólk rýma úr Gaza býi

Millum annað ST hevur ávarað ímóti alópunum á býin, har tað herfyri varð boðað frá hungursneyð, og stúrt verður fyri, at humanitera støðan í økinum fer at versna.

Les eisini: ST: Hungursneyð í pørtum av Gaza

Í gjár heittu Stórabretland, Frakland og Týskland í felags fráboðan á Ísrael um at steðga álopunum við tí grundgeving, at tey drepa sivilfólk og oyðileggja týðandi undirstøðukervi.

Ísraelski herurin sigur seg vera avgjørdur um at vinna á Hamas, og fyri einari viku síðani byrjaði herurin at fremja álop móti hægstu bygningunum í Gaza býi, sum sambært Ísrael verða brúktir av Hamas.

Síðan kríggið í Gaza byrjaði eru 1,9 milliónir fólk rikin burtur frá húsi og heimi. Mett verður, at 2,1 millión búgva í Gazageiranum.

Les eisini: ST-lond vilja hava palestinskan stat uttan Hamas


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder