Ísraelska stjórnin hevur góðkent eitt lógaruppskot um at leingja herskylduna fyri menn við fýra mánaðum - til 36 mánaðir, váttar skrivstovan hjá ísraelska forsætisráðharranum.
Orsøkin er kríggið í Gazageiranum.
Lógaruppskotið skal nú gjøgnum ísraelska tjóðartingið, Knesset, áðrenn tað verður endaliga samtykt. Um so verður, fer at vera galdandi í fimm ár.
Hetta verður eisini galdandi fyri menn, sum longu eru byrjaðir í hertænastu.
Herskylda er sum útgangsstøði tvungin fyri bæði ísraelskar menn og kvinnur, sum eru fylt 18 ár. Menn hava herskyldu í tvey ár og átta mánaðir, meðan kvinnur hava í tvey ár.
Síðan 7. oktober eru hundraðtúsundatals tiltaksherfólk send til Gaza, Vestara Áarbakka og norðara markið til Libanon, og herleiðarar hava sóknast eftir fleiri fólkum.
Í juni avgjørdi ísraelski hægstirætturin, at herskylda eisini skal vera galdandi fyri ultraortodoksar jødar, sum higartil eru slopnir undan.
Lógin, sum loyvdi teimum ultraortodoksu at sleppa undan herskyldu, fór úr gildi í mars, og hægstirætturin forðaði ísraleksu stjórnini í at leingja gildistíðina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald