Uttanlands

Ísrael: Andstøðan vil hava nýval

Andstøðuflokkar fara í dag at leggja fram uppskot um at senda ísraelska tingið, Knesset til hús

Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri í Ísrael (Mynd: EPA)

Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri í Ísrael (Mynd: EPA)

2025-06-11 15:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Andstøðan í Ísrael ætlar í dag at leggja fram uppskot um at senda ísraelska tjóðartingið, Knesset til hús.

Verður uppskotið samtykt kann enda við, at val verður í Ísrael í næstum og sambært seinastu veljarakanningunum verður tað endin á núverandi stjórn, skrivar Ritzau.

Verður uppskotið samtykt í dag, er tó framvegis neyðugt við trimum atkvøðugreiðslum afturat fyri at senda tingið til hús. Fellur uppskotið, noyðist andstøðan at bíða eitt hálvt ár, áðrenn hon kann leggja nýtt uppskot fram um hetta.

Stjórnin hjá Benjamin Netanyahu forsætisráðharra hevur verið fyri nógvum atfinningum m.a. orsakað av krígnum í Gazageiranum.

Leiðarar í andstøðuflokkunum siga í fráboðan, at teir vilja savna seg um at koppa stjórnini, og ultraortodoksir stuðulsflokkar hjá Netanyahu hava eisini hótt við at stuðla uppskotinum m.a. orsakað av ósemju um herskyldu hjá ultraortodoksum jødum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder