Uttanlands

Ísrael boðar frá umfatandi álopum í Libanon

Ísraelski herurin hevur í morgun heitt á íbúgvar í sunnara parti av Libanon um at fara úr økjum, sum hava samband við Hizbollah

Sambært Times of Israel hevur ísraelski herurin í morgun lopið á yvir 150 mál hjá Hizbollah í Libanon (Mynd: AP)

Sambært Times of Israel hevur ísraelski herurin í morgun lopið á yvir 150 mál hjá Hizbollah í Libanon (Mynd: AP)

2024-09-23 09:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ísraelski herurin hevur í morgun heitt á íbúgvar í sunnara parti av Libanon um at halda seg burtur frá støðum, sum hava samband við hernaðarligu Hizbollah-rørsluna.

– Vit heita á sivilfólk í býum í ella nærindis bygningar og øki, sum fyri Hizbollah hava hernaðarlig endamál sum eitt nú vápnagoymslur, til at flyta seg úr økinum fyri teirra egnu trygd, sigur Daniel Hagari, talsfólk hjá ísraelska herinum.

Hann leggur afturat, at ísraelski herurin fer at fremja "umfatandi og neyv álop á yvirgangsmál".

Sambært Ísrael er orsøkin til hesi nýggju álopini móti Libanon, at Libanon hevði ætlanir um at leypa á Ísrael. Seinastu vikurnar hava londini framt fleiri álop móti hvørjumøðrum.

Sambært Times of Israel hevur ísraelski herurin í morgun lopið á yvir 150 mál hjá Hizbollah í Libanon. Sambært lokalum miðlum hevur í minsta lagi ein persónur latið lív.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder