
Hjálparfelagsskapir hava í fleiri vikur ávarað um trot á mati, reinum vatni, brennievni og heilivági í Gazageiranum, har Ísrael hevur forðað fyri neyðhjálp síðan mars mánað, men nú fer Ísrael aftur at loyva neyðhjálp inn í Gaza.
Tað sigur skrivstovan hjá ísraelska forsætisráðharranum Benjamin Netanyahu sambært Ritzau.
Talan verður um avmarkaða nøgd av mati fyri at sleppa undan hungursneyð í økinum, verður upplýst.
Um vikuskiftið boðaði ísraelski herurin frá, at hann var farin undir "umfatandi virksemi" í norðara og sunnara parti av Gazageiranum.
Ísraelski forsætisráðharrin sigur, at Ísrael ætlar at taka ræðið á øllum Gaza fyri at forða herðnarligu palestinsku rørsluni, Hamas í at stjala neyðhjálparveitingar.
Hamas hevur áður víst aftur at, mann hevur stolið nakra neyðhjálp.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald