
Mánadagin vórðu teir 20 gíslarnir, sum vóru eftir á lívi í Gazageiranum, leyslatnir, og seinastu tveir dagarnar hevur Hamas eisini latið ísraelum líkini av átta deyðum gíslum.
Fýra lík vórðu latin mánadagin, og fýra afturat vórðu latin týsdagin.
Mett verður, at 28 deyðir gíslar vóru eftir í Gaza, áðrenn vápnahvíldin kom í gildi fríggjadagin, og Hamas skal sambært avtaluni lata ísraelum líkini av øllum.
Eitt av teimum fýra líkunum, sum varð latið ísraelum týsdagin passar tó ikki saman við upplýsingunum um deyðu gíslarnar, sigur ísraelski herurin, sum leggur afturat, at Hamas skal gera alt tað, sum er neyðugt fyri at lata teimum líkini av øllum teimum deyðu gíslunum.
Sostatt er váttað, at líkini av sjey av teimum deyðu gíslunum eru komin úr Gaza.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald