
Mikukvøldið fekk Ísrael útflýggjað líkini av tveimum ísraelskum gíslinum, og ísraelski herurin hevur eyðmerkt líkini, skrivar Ritzau.
Sum partur av vápnahvíldini hevur palestinska Hamas-rørslan leyslatið teir 20 gíslarnar, sum vóru eftir á lívi í Gazageiranum umframt útflýggjað tíggju lík. Eitt av líkunum er tó ikki eyðmerkt og samsvarar ikki við upplýsingar um nakrar av gíslunum.
Sambært avtaluni um vápnahvíld millum Ísrael og Hamas, sum kom í gildi fríggjadagin, hevur Hamas skyldu til at lata ísraelum líkini av øllum teimum 28 deyðu gíslunum, sum vóru eftir í Gaza.
Hamas sigur seg eisini hava útflýggjað líkini av øllum teimum gíslunum, sum tað bar til at finna. Neyðugt er við serligari útgerð fyri at finna restina av teimum.
Ísrael hevur funnist at Hamas fyri ikki at hava útflýggjað øll líkini, og amerikanski forsetin, Donald Trump sigur seg umhugsa at loyva Ísrael at taka stríðið í Gaza uppaftur, um Hamas ikki heldur sín part av avtaluni.
Sum partur av avtaluni eru nærum 2000 palestinskir fangar leyslatnir úr ísraelskum fongslum, og eisini hevur Ísrael útflýggjað líkini av 90 deyðum palestinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald