
Ísraelski hægstirætturin hevur fyribils steðgað eini avgerð hjá ísraelsku stjórnini um at koyra Ronen Bar, stjóra fyri ísraelsku fregnartænastuna Shin Bet, úr starvi.
Tað var í nátt okkara tíð, at ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu boðaði frá, at Ronen Bar varð koyrdur úr starvi eftir at stjórnin einmælti hevði samtykt uppskotið hjá Netanyahu um at koyra hann frá.
Hetta var ikki óvæntað, eftir at Netanyahu mánadagin boðaði frá, at hann ynskti at koyra Bar frá orsakað av vantandi áliti.
4. mars viðgekk Shin Bet, at ein innanhýsis kanning hevði avdúkað, at álopið hjá Hamas 7. oktober 2023, har umleið 1.200 persónar lótu lív, kundi verið forðað, um Shin Bet hevði handlað øðrvísi. Ronen Bar tók síðani ábyrgdina.
Men ísraelski hægstirætturin hevu nú fyribils forðað hesum. Hægstirætturin skal nú meta um tær átalur, sum eru givnar í sambandi við málið.
8. apríl skal støða takast til, um rætturin fer at loyva stjórnini at koyra hann frá.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald