
Ísrael sigur seg hava dripið tveir hernaðarleiðarar í Iran.
Talan er um Saeed Izadi, sum stóð á odda fyri palestinsku deildini hjá Qud-herinum, sum hoyrir undir iransku kollveltingarverjuni og tekur sær av átøkum uttalands, og ein annan leiðandi hermann í kollveltingarverjuni, Benham Shariyari.
Sambært ísraelska herinum hevur Shariyari flutt vápn frá iranska stýrinum til aðrar rørslur í Miðeystri, m.a. houthi-rørsluna í Jemen og Hizbollah í Libanon, og Izadi hevur verið við til at fíggja og fáa vápn til álopið hjá Hamas á Ísrael 7. oktober 2023.
Sambært Ritzau hevur iranska kollveltingarverjan ikki váttað, at teir báðir hernaðarleiðararnir eru deyðir.
Síðan fríggjadagin í farnu viku hava Ísrael og Iran framt álop móti hvørjum øðrum. Hetta var eftir, at Ísrael fríggjadagin í farnu viku framdi stórt álop á Iran, sum hevði til endamáls m.a. at raka kjarnorkuverk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald