Uttanlands

Ísrael lopið á Hamas-leiðarar í Katar

Tað vátta bæði keldur hjá Hamas og Ísrael – Umboð fyri Hamas eru í Katar fyri at samráðast um vápnahvíld millum Hamas og Ísrael, og stjórnin í Katar fordømir álopið

(Mynd: Reuters)

(Mynd: Reuters)

2025-09-09 15:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ísrael hevur lopið á leiðarar hjá palestinsku Hamas-rørsluni í Doha, høvuðsstaðnum í Katar.

Tað boðar ísraelski herurin og ísraelska trygdartænastan Shin Bet frá sambært altjóða miðlum.

Sagt verður, at endamálið var at raka limir í leiðsluni, sum "í áravís hevur staðið á odda fyri virkseminum hjá yvirgangsfelagsskapinum og høvdu beinleiðis ábyrgd av hópdrápinum 7. oktober og krígnum móti statinum Ísrael".

Ein kelda hjá Hamas sigur, sambært al-Jazeera, at toymið, sum hevur luttikið í samráðingunum um vápnahvíld millum Ísrael og Hamas, varð rakt undir einum fundi seinnapartin.

Stjórnin í Katar førdømir álopið, sum verður mett at vera brot á fólkarættin.

Ísraelski herurin sigur, at ísraelar royndu at avmarka skaðan á sivilfólk undir álopinum. Enn er ikki boðað frá nøkrum fólkaskaða.

Vitni í Doha boða frá fleiri spreingingum og royki yvir býin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder