
Bæði Iran og Ísrael boða frá, at tey eru til reiðar at halda vápnahvíldina, sum byrjaði týsdagin - so leingi sum hin parturin ikki brýtur hana, søgdu ávikavist iranski forsetin og ísraelski verjumálaráðharrin í gjárkvøldið sambært Ritzau.
Tað var týsnáttina okkara tíð, at amerikanski forsetin, Donald Trump boðaði frá, at Ísrael og Iran høvdu góðtikið eina vápnahvíld, sum skuldi verða galdandi frá týsdegnum.
Hetta varð eisini váttað av bæði Ísrael og Iran, men nakrar tímar seinni legði Ísrael Iran undir at hava brotið vápnahvíldina. Hesum vísti Iran tó aftur. Týsdag seinnapart legði Trump bæði londini undir at hava brotið vápnahvíldina.
Sambært tíðindastovunum Reuters og AP er líkt til, at partarnir í dag hava hildið vápnahvíldina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald