
Spanski varaforsætisráðharrin, Yolanda Diaz, og spanski barna- og ungdómsmálaráðharrin, Sira Rego sleppa ikki at ferðast til Ísrael.
Ísraelski uttanríkismálaráðharrin, Gideon Saar boðar í dagføring á sosiala miðlinum X frá, at tær hava fingið innferðarbann.
– Tað er ikki longur møguligt at sleppa undan at seta í gildi persónlig revsitiltøk móti limum í sponsku stjórnini, sum er farin útum øll mørk, skrivar hann.
Hendan fráboðanin kemur, eftir at spanski forsætisráðharrin Pedro Sánchez mánadagin almannakunngjørdi níggju tiltøk, sum hava til endamáls at "steðga fólkadrápinum í Gaza og rættarsøkja tey seku", skrivar Ritzau.
Millum tiltøkini er ein lóg, sum formliga vil staðfesta forboðið, sum longu er galdandi, ímóti keyp og sølu av hernaðarútgerð til Ísrael. Eisini verður tað bannað at brúka spanskar havnir og loftrúm til flutning av vápnum ella brennievni, sum er ætlað ísraelska herinum, og eisini verður humaniteri stuðulin til Gaza øktur.
Saar sigur eisini, at spanska stjórnin er antisemitisk og korrupt, men spanska uttanríkismálaráðið vísir ákærunum um antisemitismu aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald