Uttanlands

Ísrael: Tað verður eingin palestinskur statur

Útlitini fyri friði gerast ikki betri av, at fleiri lond um vikuskiftið hava viðurkent Palestina, sigur ísraelska uttanríkismálaráðið

Tað verður eingin palestinskur statur, sigur ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu (Mynd: EPA)

Tað verður eingin palestinskur statur, sigur ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu (Mynd: EPA)

2025-09-22 11:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað verður eingin palestinskur statur. Heldur ikki, um fleiri lond hava viðurkent Palestina sum stat, sigur ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, eftir at fýra lond um vikuskiftið boðaðu frá, at tey viðurkendu Palestina sum stat.

Avgerðina hjá Stórabretlandi, Avstralia, Kanada og Portugal lønar yvirgangi, sigur hann sambært DR.

Ísraelska uttanríkismálaráðið skrivar á sosiala miðilin X, at útlitini fyri einari friðarligari loysn í stríðnum millum Ísrael og Hamas gerast ikki betur av, at fleiri lond viðurkenna Palestina sum stat. Heldur tvørturímóti.

– Fráboðanin (um at viðurkenna Palestina sum stat, red.) lønar ikki bert størsta hópdrápið á jødar síðan Holocaust (her verður víst til álopið hjá Hamas á Ísrael 7. oktober 2023, red.) framt av einum felagsskapi, sum ynskir og roynir at oyðileggja Ísrael, men styrkir eisini stuðulin fyri Hamas, skrivar ísraelska uttanríkismálaráðið.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder