Ísraelski herurin sigur seg hava dripip tveir hermenn úr Hamas í einum álopi á ein bil í býnum Jenin á Vestara Áarbakka.
Teir báðir eru eyðmerktir sum Ahmed Abu Ara og Rafet Dawasi, sum sambært Ísrael hava verið við til at leggja til rættis eitt álop í Jordandalinum 11. august.
Hernaðarliga deildin hjá Hamas váttar, at hon hevur mist tveir limir, skrivar Ritzau.
Um álopið í Jordandalinum á Vestara Áarbakka, hava ísraelskir myndugleikar sagt, at vápnaðir palestinar byrjaðu at skjóta eftir fólki á einum vegi. Ein bleiv dripin, og fleiri onnur vórðu særd.
Sambært Hamas var hetta álopið hevnd fyri eitt ísraelskt álop á ein skúla í Gaza, har palestinar, sum vórðu riknir burtur úr heimi teirra, hildu til. Upplýst varð, at í minsta lagi 90 persónar lótu lív í álopinum. Sambært Ísrael brúkti m.a. Hamas skúlan sum kommandostøð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald