Uttanlands

Ísrael vil taka ræðið á Gaza býi

Ætlanin er at flyta øll palestinsk sivilfólk úr Gaza býi áðrenn 7. oktober, sigur ísraelskt embætisfólk

Børn í Gaza býi (Mynd: EPA)

Børn í Gaza býi (Mynd: EPA)

2025-08-08 10:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ísraelska trygdarráðið hevur góðkent eitt uppskot hjá ísraelska forsætisráðharranum, Benjamin Netanyahu um at yvirtaka Gaza bý, upplýsir skrivstovan hjá Netanyahu.

– Trygdarráðið hevur góðkent uppskotið hjá forsætisráðharranum um at basa Hamas. Ísraelski herurin fer at fyrireika seg til at taka ræðið á Gaza býi, samstundis sum hann veitir neyðhjálp til sivilfólk uttanfyri stríðsøkini, verður sagt í tíðindaskrivi, sum Ritzau endurgevur.

Nær og hvussu Ísrael ætlar sær at yvirtaka Gaza bý er ógreitt, men forsætisráðharrin og verjumálaráðharrin hava fingið heimild at góðkenna endaligu ætlanina hjá herinum komandi vikurnar, sigur eitt ónevnt ísraelskt embætisfólk.

Ætlanin er at flyta øll palestinsk sivilfólk úr Gaza býi áðrenn 7. oktober.

– Hamas-limirnir, sum framvegis eru í Gaza býi verða kringsettir, og samstundis verður framt landálop í Gaza býi, sigur embætisfólkið.

Ísraelska stjórnin hevur samtykt fimm mál til at fáa ein enda á krígnum í Gaza. Málini eru at avvápna Hamas, fáa allar ísraelsku gíslarnar aftur, at ávvápna Gazageiran, at hava fult ísraelskt ræði á Gazageiranum og seta á stovn eina nýggja sivila stjórn, sum hvørki er skipað av Hamas ella palestinskum myndugleikum.

Ætlanin inniber, sambært fleiri miðlum, eisini at flyta umleið eina millión palestinar niður í sunnara part av Gazageiranum.

Áðrenn ætlanin varð samtykt í trygdarráðnum, hevði Netanyahu sagt við Fox News, at Ísrael hevði ætlanir um at taka ræðið á øllum Gazageiranum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder