Uttanlands

Ísraelar minnast tvey ára dagin fyri blóðuga dagin

Hesi tvey árini hevur Ísrael svarað aftur við nærum at leggja allan Gazageiran í oyði

Økið har Nova festivalurin varð hildin tvey ár eftir sorgarleikin, sum byrjaði blóðuga kríggið millum Ísrael og Hamas-felagsskapin í Gaza (Mynd: EPA)

Økið har Nova festivalurin varð hildin tvey ár eftir sorgarleikin, sum byrjaði blóðuga kríggið millum Ísrael og Hamas-felagsskapin í Gaza (Mynd: EPA)

2025-10-07 07:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Meðan samráðingarfólk frá Ísrael og Hamas í hesum døgum eru savnað í Egyptalandi fyri at tingast um eina møguliga friðaravtalu í Gaza, savnast ísraelar í dag nógva staðni í landinum fyri at minnast tvey ára dagin fyri álopið 7. oktober.

Árla ein leygarmorgun fyri júst tveimum árum síðani, tóku alvápnaðir menn frá eitt nú Hamas yvirgangsfelagsskapinum leiðina frá Gaza til Ísrael, har teir drupu umleið 1.250 fólk og tóku umleið 250 fólk til gísla.

Ein av minnisløtunum verður hildin í Negev oyðimørkini sunnarlaga í Ísrael.

Her fekk Nova tónleikafestivalurin ein ógvusligan enda, tá vápnaðir bólkar drupu yvir 370 fólk og tóku fleiri til gísla.

Tað er eitt nú familja og vinir hjá teimum dripnu, sum í dag savnast á festivalplássinum. Longu í gjár vóru fleiri fólk á staðnum fyri at minnast hendingina, skrivar Ritzau við AFP sum keldu.

Ein teirra var Elad Gancz, ið arbeiðir sum lærari.

- Tað var ein álvarslig og umfatandi hending, sum fór fram á hesum staðnum, sigur hann.

- Men vit vilja liva – og hóast alt, vilja vit halda fram við at liva okkara lív og minnast tey, sum vóru her, sum tíverri ikki longur eru okkara millum, leggur hann afturat.

Stutt eftir álopið 7. oktober fór Ísrael undir eitt av mest blóðigu álopunum í søgu landsins, eitt álop á Hamas í Gaza.

Yvir 65.000 palestinar eru, sambært heilsumyndugleikunum í Gaza, dripnir hesi tvey árini, sum eru farin.

Heilir býarpartar í Gaza eru javnaðir við jørðina.

Hús, sjúkrahús og skúlar liggja nú í leivdum, meðan palestinar í hundratúsundatali leita sær skjól í ovurfyltum flóttafólkalegum og opnum økjum har trupult er at finna mat, vatn og møguleika fyri at halda seg reinan.

- Vit hava mist alt í hesum krígnum. Okkara heim, familjulimir, vinir og grannar, sigur 36 ára gamli Hanan Mohammed, ið sjálvur er rýmdur frá heimi sínum í Jabalia.

- Eg kann ikki bíða eftir eini vápnahvíld, og at hetta endaleysa blóðbaðið og deyðin fær ein enda. Her er einki eftir annað enn oyðilegging, leggur hann afturat.

Nú tvey ár eru farin av ísraelska krígnum í Gaza, eru tað 72 prosent av fólkunum í Ísrael, sum, sambært eini kanning, sum ísraelska tankasmiðjan INSS hevur gjørt, eru nøgd við handfaringina hjá stjórnini av krígnum, skrivar Ritzau.

[object Object]Gaza býur. Einans leivdirnar av húsunum standa eftir (Mynd: EPA)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder