Ísraelskar fyritøkur sleppa ikki at sýna fram á stóru vápnastevnuni Euronaval, sum verður í Fraklandi í døgunum 4. - 7. november.
Væntandi fara umleið 500 vápnaframleiðarar úr øllum heiminum at sýna fram, men franska stjórnin sigur, at ísraelskar fyritøkur ikki fáa loyvi at sýna fram.
Støðan er spent millum fronsku og ísraelsku stjórnina. Franska stjórnin boðar frá avgerðini, eftir at franski forsetin Emmanuel Macron til fánýtis hevur roynt at yvirtala ísraelska forsætisráðharran Benjamin Netanyahu at syrgja fyri vápnahvíld í Libanon.
Atfinningarnar í Fraklandi snúgva seg m.a. um tapið av sivilum undir krígnum í Gaza og Libanon.
Hetta er aðru ferð, at ísraelskar fyritøkur ikki sleppa at sýna fram á vápnaframsýning í Fraklandi.
Sambært Ritzau verða sjey ísraelskar fyritøkur raktar av forboðnum hjá fronsku stjórnini. Tað forðar teimum tó ikki í at luttaka á stevnuni og eygleiða vørurnar hjá øðrum fyritøkum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald