
Millum klokkan 10 á morgni og klokkan 20 á kvøldi verður steðgur í øllum virkseminum hjá ísraelska herinum í trimum økjum í Gazageiranum, boðar ísraelski herurin frá í morgin.
Tey trý økini, talan er um, er Al-Mawasi, Deir al-Balah og Gaza býur. Steðgir verða hvønn dag, inntil annað verður fráboðað, boðar herurin frá.
Eisini verður latið upp fyri sonevndum humaniterum flutningsleiðum millum klokkan seks á morgni og 23 á kvøldi, so lasbilar kunnu koma við neyðhjálp.
Meira neyðhjálp inn í Gaza
Herfyri ávaraðu yvir 100 hjálparfelagsskapir um, at ein álvarslig hungurskreppa var við at gera um seg í Gaza, og hava fleiri av felagsskapunum lagt Ísrael undir at blokera fyri, at matur, heilivágur og annað kann sleppa inn í krígsrakta økið, skrivar Ritzau.
Leygardagin boðaði talsfólk hjá ísraelska herinum frá, at tey vóru byrjað at kasta neyðhjálp niður til Gaza úr lutini.
Ísraelski herurin hevur fleiri ferðir víst aftur, at Ísrael skal hava skyldina fyri, at hungursneyð er í Gaza. Heldur er tað Hamas, sum hevur skyldina, sigur herurin.
Eingi prógv um regluligan stuldur
Ísraelski herurin hevur lagt Hamas undir at stjala neyðhjálp, og sambært New York Times hevur palestinska rørslan stolið frá nøkrum av smærru hjálaprfelagsskapunum, men keldur úr Ísrael - m.a. tvær úr ísraelska herinum - siga, at ísraelski herurin ongantíð hevur funnið prógv fyri, at Hamas regluliga hevur stolið neyðhjálp frá ST.
Upprunaliga neyðhjálaprskipanin hjá ST, sum stendur fyri meginpartinum av neyðhjálpini, er rættiliga álítandi enn hjá øðrum felagsskapum. Hetta er eisini niðurstøðan í annanhýsis kanning hjá amerikonsku umsitingini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald