2018-08-06 16:35
56 fólk fingu skaða, ein lat lív og ein brúgv datt partvíst niður, tá ein lastbilur sprongdist á motorvegnum í Bologna í Italia.
Lastbilurin var í einum óhappi á motorvegnum, og hetta gjørdi, at lastbilurin sprongdist. Nøkur av teimum sum fingu skaða, vóru rakt av knústum glasi, sum fór flúgvandi gjøgnum luftina eftir at rútar í fleiri bygningum nærhendis fóru í knús av spreingingini, sigur sjónvarpsrásin Sky TG24.
Italska sløkkiliðið skrivar á Twitter, at fleiri bjargingarakfør eru á veg á staðið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald