Uttanlands

Italia: Bretskur stuttleikabátur sokkin

22 vóru umborð - Ein persónur er deyður, og seks eru saknaðir

(Mynd: Reuters)

(Mynd: Reuters)

2024-08-19 11:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein persónur er deyður, og seks eru saknaðir, eftir at ein stuttleikabátur sakk út fyri italska býin Palermo, eftir at hann varð raktur av einari meldurhvirlu tíðliga í morgun, boða italskir miðlar frá.

22 persónar vóru umborð, harav manningin taldi 10. Tað eydnaðist italskum bjargingarfólkum at bjarga 15 úr sjónum á lívi.

Báturin Bayesian var 56 metrar langur og sigldi undir bretskum flaggi. Meginparturin av fólkunum umborð vóru eisini bretar.

Fyrr í morgun varð boðað frá, at sjey persónar vóru saknaðir - fýra bretar, tveir amerikanarar og ein kanadiari. Ein persónur er síðani funnin deyður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder