Innanlands

Italia: Lægsta økingin í deyðstalinum í yvir tríggjar vikur

Næstan 20.000 fólk eru deyð við koronavirusinum í Italia - tað gongur tó spakuliga rætta vegin

431 deyðsføll eru skrásett seinasta samdøgrið í suðuritalienska landinum (Mynd: EPA)

431 deyðsføll eru skrásett seinasta samdøgrið í suðuritalienska landinum (Mynd: EPA)

2020-04-12 21:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Italia hevur leingi verið sera hart rakt av koronavirusinum. Suðurevropeiska landið hevur verið í at kalla undantaksstøðu í nakað yvir ein mánað. 

Deyðstølini vóru í eina tíð hægri enn í nøkrum øðrum landi í heiminum.

Les eisini:  Deyðstalið í USA er nú hægri enn í Italia

Høvuðstrupulleikin í Italia er, at ov nógv, og serliga tey sum hava tørv á intensivari viðgerð, eru vorðin sjúk í senn. Tað er marruímyndin hjá teimum ymsku londunum: At heilsuverkið ikki megnar at taka rætt ímóti øllum sjúklingunum. Sera nógv starvsfólk í heilsuverkinum í Italia eru smittaði við koronavirusinum.

Les eisini: NorðurItalia: 87 prosent koma ikki Í viðgerð (Støðan fyri stórum tveimum vikum síðani)

Í dag kunngjørdu italienskir myndugleikar, at innan eitt samdøgur er deyðstalið vaksið við 431. Harvið eru 19.899 skrásettir deyðstilburðir av fólki við koronavirusinum í landinum.

Tað er tann lægsti vøksturin uppá eitt døgn síðani 19. mars - fyri 24 døgum síðani. 

------------

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder