Rokkbólkurin Måneskin, sum umboðaði Italia við lagnum “Zitti e buoni” vann í kvøld Eurovison-sangkappingina.
Tað gjørdi bólkurin við tilsamans 524 stigum frá evropeiskum sjónvarpshyggjarunum og dómsnevndunum. Hetta er fyrstu ferð síðani 1990, at Italia hevur vunnið.
(Mynd: EPA)
Danska navnið “Måneskin” kemur at bassspælarin er 21 ára gamla Victoria De Angelis, sum hevur danska mammu.
Ísland við lagnum “10 years” frá bólkinum Daði og Gagnamagnið endaði á fjórða plássi, hóast íslendingar ikki sluppu at framføra. Hetta orsakað av, at ein koronatilburður var staðfestur í bólkinum beint undan kappingina.
26 lond luttóku í finaluni, sum var í kvøld, og væntað verður, at umleið 200 milliónir sjónvarpshyggjarar fylgdu við.
Italia var ein av favorittunum undan finaluni í kvøld, men mett var eisini at Malta, Ukreina og Frakland høvdu góðar møguleikar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald