
Mikudagin sýnir Filmsfelagið eina italska perlu ður Róm, sum er í svørtum og hvítum.
Hetta er fyrsti filmur, sum kenda italska sangarinnan og filmsleikarin, Paola Cortellesi (f.1973) hevur leikstjórnað. Fyri avrikið vann hon níggju italskar virðislønir, og fekk fleiri fólk í biograf enn ”Barbie” hetta árið. Tilsamans hevur fyrsti fimurin hjá Paolo fingið 23 virðislønir.
Í filminum fylgja vit Deliu, sum eftir kríggið býr í Róm, har fremstu dreymar hennara eru gingnir út: hon er gift og blivin mamma. Maðurin er hin illsinti Ivano, og nú eru børnini trý og dóttirin skal giftast einum av fínara slagnum. Tað er ikki ein dansur á rósum alla tíðina, men Delia hevur eina góða vinkonu, og góðtekur gerandisligu gongdina, til eitt bræv kemur við postinum.
Italski filmurin, sum er tikin í svørtum og hvítum, fær bestu ummæli og Biografklub Danmark sigur um hann: ”Tað er ein filmur, ið rørir hyggjaran, og sum ikki verður gloymur bræði. Bæði hyggjarar og ummælarar úr øllum heiminum elska filmin.”
Filmurin "C'è ancora domani (Vit hava enn morgindagin)" verður vístur í Havnar Bio mikukvøldið 23. apríl kl. 20.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald