Innanlands

Ivan Hentze Niclasen: KvF brýtur ikki fútabannið

Kringvarpið hevur hvørki spælt ella almannakunngjørt ljóðbrotið. Stovnurin hevur heldur ikki útflyggjað nakra upptøku ella avskriv av upptøkuni, sigur kringvarpsstjórin

Ivan Hentze Niclasen (Savnsmynd)

Ivan Hentze Niclasen (Savnsmynd)

2019-12-12 16:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

- Nú Berlingske á forsíðuni endurgevur tað, sum teir siga er at hoyra í ljóðupptøkuni av samrøðuni millum Helga Abrahamsen og Herálv Joensen, skal eg gera vart við, at KvF ikki hevur brotið fútabannið.

Tað sigur Ivan Hentze Niclasen, kringvarpsstjóri, í fráboðan, sum er send miðlunum í dag.

Les eisini: Hetta verður sagt í fútabannaðu samrøðuni

Sum almennur stovnur heldur Kringvarpið seg til galdandi lóg og rætt, sigur hann.

- Í fútabanninum verður sýtt KvF at spæla ella á annan hátt almannakunngera ljóðbrotið. Hetta bannið virða vit framvegis.

Sambært Ivan Hentze Niclasen, hevur Kringvarpið hvørki spælt ella almannakunngjørt ljóðbrotið. Kringvarpið hevur heldur ikki útflyggjað nakra upptøku ella avskrivt av upptøkuni, tí tað hevði verið brot á fútabannið, sigur hann.

Les eisini: - Kunnu vera so nógv sum hava likið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder