Innanlands

Ivan Niclasen: Kringvarpið er komið víðari

Kringvarpsstjórin avvísir at starvsfólk á kringvarpinum skammast av skattamálinum. Hann sigur at stovnurin er komin víðari og nýggj mál eru á breddanum

(Mynd: Savnsmynd)

(Mynd: Savnsmynd)

2019-02-12 12:40 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

- Verðin gongur also víðari, og onnur mál eru komin á breddan, sigur Ivan Niclasen í telduposti til Portalin. 

Í gjár kom fram, at Jan Lamhauge hevði sent fulltrúa á uttanríkis- og vinnumálaráðnum, sum nú viðger málið um Liljuna Weihe. Í skrivinum vil Jan Lamhauge vera við, at starvsfólk á KVF skammast av, at tey trúðu Johnny í Grótinum, sum sambært honum bar skeivar søgur til journalistar. 

Les eisini: Johnny í Grótinum: Jan Lamhauge livir í síni egnu boblu 

Men Ivan Niclasen avvísir, at starvsfólk ikki tosa um málið, tí tey skammast. Hann sigur eisini, at hann ikki kann svara fyri, um starvsfólk generelt taka undir við, at Johnny í Grótinum bar teimum skeivar søgur. 

- Eg kann ikki svara fyri starvsfólkini generelt. Tað má tú spyrja tey um, sigur hann. 

Les eisini: Jan Lamhauge: Johnny í Grótinum segði skeivar søgur fyri journalistum 

At enda sigur Ivan Niclasen, at tað ikki er rætt, at tey hava trupult við at halda uppá starvsfólk orsaka av skattamálinum. 

- Nei, als ikki. Starvsfólk fara og koma, og tað eru ymsar orsøkir til tað, sigur hann. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder