Innanlands

Ivasamt um misálitið verður samtykt

Tað er ógvuliga ivasamt um løgtingið samtykkir misálitið móti Rigmor Dam

2018-12-19 23:59 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Enn eru ongar greiðar ábendingar um, at misálitið móti Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, verður samtykt.

Misálitisuppskotið sæst her

Framsøgukvinnan hjá Javnaðarflokkinum, flokkinum hjá Rigmor Dam, var á tingsins røðarapalli fyri løtu síðani og segði, at flokkurin ikki fór at taka undir við hesum.

Annita á Fríðriksmørk, framsøgukvinna hjá Tjóðveldi, segði eisini at hon ikki tók undir við misálitinum. Hon segði, at orsøkin at fella Rigmor Dam upp á hetta er í tunn. Um hetta merkir, at allir tinglimirnir í Tjóðveldi ikki taka undir við uppskotinum er enn óvist.

Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður var hvassorðaður fyrr í hesum mánaðinum um hetta málið. Hann segði við útvarpið at onkur átti at taka ábyrgd, og eftir hansara tykki var tað Rigmor Dam, sum átti at taka ábyrgd.

Enn hevur løgtingsformaðurin ikki vilja sagt nakað um hvat hann ætlar at atkvøða í málinum.

Orðaskiftið fór í gongd beint eftir klokkan 23, og heldur nokk fram í einar tveir tímar afturat.

Fylg við orðaskiftinum her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder