Formansskapurin í Løgtinginum - Bjørt Samuelsen, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Johan Dahl, og Jóhannis Joensen - hevur lagt fram uppskot um at játta 34,2 milliónir krónur til umvæling av umsitingarbygningin hjá løgtinginum, gomlu telefonstøðina.
Tá onkrar av glasplátunum uttan á bygninginum brotnaðu í fjør, varð farið at kanna bygningin nærri. Øll glasfasadan er tikin niður, og staðfest er, at bygningurin má umvælast heilt inn á betong, eins og nógv vindeygu og hurðar mugu skiftast, skrivar fomansskapurin í viðmerking til uppskotið.
Klædningurin er lutvíst eitt listaverk, og tað verður endurskapt í nýggju loysnini, tó við nýggjum haldbarum glasi og festum.
Klædningurin á bygninginum verður høvuðsumvældur og gjørdur av nýggjum sambært galdandi bygningskunngerð og fer sostatt eisini at vera orkudyggari. Arkitektoniska úttrykkið av bygninginum verður í høvuðsheitum varðveitt og fer at síggja út, sum bygningurin hevur sæð út higartil, tó við neyðugum tillagingum í mun til haldbari, konstruktiónir v.m., umframt at haldbar festing av glaslistini skal tryggjast.
Arbeiðið byrjar eftir ætlan fyrst í 2026 og væntast at vera liðugt við árslok 2026, men um veðrið ikki er til vildar í mun til uppsetan av glaslistini, so tíðliga í 2027.
Útboð hevur verið av verkætlanini, og høvuðsarbeiðstakari er funnin.
Metti kostnaðurin av verkætlanini er umleið 34,2 milliónir krónur. Harumframt eru longu nýttar umleið 3,5 milliónir í 2024 og 2025 til niðurtøku av glasi, nærri kanningar av bygninginum og til prosjektering av hesari verkætlanini at umvæla bygningin aftur. Tær 34,2 milliónirnar, sum skulu nýtast afturat, verða fíggjaðar á fíggjarlógini fyri 2026 og við einari átekning um, at ikki nýtt játtan kann flytast til 2027, um onkrir partar av verkætlanini ikki eru lidnir við árslok 2026, verður sagt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald