Innanlands

Íverksetarnarkvøld í Kolshøll á Eiði um eina viku

Tiltaki er fyri bæði núverandi og etableraðar fyritøkur, eins og fyri spírar á íverksetaraøkinum sum einans hava eitt hugskot. Fleiri framløgur vera á skránnia

Framløgur vera frá millum annað Íverkseturnarhúsinum, Ráðgevin, Explore Eiði, Alnetið, Heimablídni í Elduvík, Eiði Camping, Faroe Islands Surf Guide

Framløgur vera frá millum annað Íverkseturnarhúsinum, Ráðgevin, Explore Eiði, Alnetið, Heimablídni í Elduvík, Eiði Camping, Faroe Islands Surf Guide

2023-01-03 22:15 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Týsdagin 10. januar kl 19.00 verður tiltak fyri íverksetar - ella komandi íverksetar - í Kolshøll á Eiði .

Til tiltakið verða áhugaverdar framløgur, drekkamunnur, og møguleiki at fáa eitt prát við onnur við sama áhuga. Eisini verður greitt frá hvussu ein kann koma í gongd við eitt virksemi, fíggingarmøguleikunum og annað ið er hent at vita hjá einum ið ynskir at stovan eitthvørt virksemi.

Tilboðið er galdandi bæði fyri núverandi/etableraðar fyritøkur og fyri spírar á íverksetaraøkinum sum einans hava eitt hugskot

Framløgur vera frá millum annað Íverkseturnarhúsinum, Ráðgevin, Explore Eiði, Alnetið, Heimablídni í Elduvík, Eiði Camping, Faroe Islands Surf Guide og øðrum.

Tiltakið er ókeypis, men tilmelding krevst.

Tilmelding fer fram við at skriva eini boð til Ráðgevin á Facebook ella senda eini boð til +298583286. Meldast skal til í seinasta lagi dagin fyri, tann 9. Januar, fyri at tryggja tær pláss.

Skrá:

Símun Jóhan Wolles, Samskipari, bjóðar vælkomin.
Magni Thomsen Greiðir frá um Íverksetan, Hópfígging, o.a. spennandi møguleikar.
Ingvar Hentze greiðir frá um Alnetið.
Heimablídni í Elduvík greiðir frá um teirra gongd og royndir.
Faroe Islands Surf Guide kemur at siga frá teirra byrjan.
Kristjan Madsen greiðir frá um Eiði Camping.

Skráin er ikki heilt endalig. Vit kunnu vanta at fleira eins spennandi framløgur verða kunngjørdar seinni.

Eftir framløgurnar verður bjóða til ein drekkamunn, har til ber at netverka. Tiltakið verður 10 januar kl 19 í Kolshøll á Eiði.




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder