
Týsdag seinnapart stóð Jacobina Kristiansen væl og virðiliga sína ph.d.-verju á Aarhus Universitetshospitali.
Ritgerð hennara eitur "Effect of exercise training on platelets, coagulation and fibrinolysis in patients with stable coronary artery disease", og Jacobina hevur verið knýtt at Landssjúkrahúsinum, Fróðskaparsetri Føroya, Aarhus Universitetshospitali og Aarhus Universiteti undir lestrinum.
Í samandráttinum av ritgerðini, ið fevnir um fýra vísindaliga greinar, stendur m.a:
– Samanumtikið kunnu vit staðfesta, at reglulig háorku interval venjing hjá fólkum við hjartaæðrasjúku er trygg. Harafturat betrar venjingin um konditión og lívsgóðsku. Akutt hørð venjing kveikir blóðplátu funktiónina, men eisini systemið, sum upploysir blóðtøppar. Tað sær ikki út til, at broytingar í blóðplátum og blóðstorknan kunnu forklára ágóðarnar av regluligari venjing hjá fólkum við hjartaæðrasjúku.
Andmælingar vóru Ulrik Dalgas, professari á Aarhus Universiteti, Bente Klarlund Pedersen, professari á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn, og Ingebjørg Seljeflot, professari á Oslo Universitetshospitali.
Vegleiðarar hava verið Anne-Mette Hvas og Steen D. Kristensen, professarar á Aarhus Universiteti, Magni Mohr, professari á Fróðskaparsetri Føroya, og Erik L Grove, lektari á Aarhus Universitetshospitali.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald