Fólk eru av sonnun við at troyttast av korona og av stongsli kring heimin. Ein teirra er 77 ára gamli rokkarin, forsangarin í The Rolling Stones, Sir Mick Jagger, sum í hesi vikuni, rættiliga óvæntað, hevur givið út eitt nýtt staklag.
Hann hevur skrivað sangin “Easy Sleazy” undir koronastongslinum í vár. Sangurin er ein speirekandi kommentarur til støðuna, sum hon er í heiminum í løtuni – um frustasjónirnar av at hava verið innistongdur í so langa tíð. Bill Gates og hansara koppsetingarátak og konspirasjónirnar í hesum sambandi hava eisini fingið pláss í hesum rættiliga serliga sangi.
Mick Jagger hevur skrivað og syngur sjálvur. At hjálpa sær hevur hann fingið Dave Grohl, fyrrverandi trummusláari í Nirvana og oddamaður í Foo Fighters, sum tekur sær av trummusláttrinum, bassinum og gittarspælinum.
Avgjørt ein av sangunum, sum setir støðuna í perspektiv, tá vit um nøkur ár fara at líta aftur á hesa undarligu tíð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald