Fyrstafrúan vitjaði í gjár ein tilflytaradepil í Texas, har børn, sum eru blivin skild frá foreldrunum, eru.
Tað, sum tó varð lagt til merkis, var, at Melania Trump, kona amerikanska forsetan Donald Trump, hevði latið seg í ein jakka, sum kanska ikki hóskaði seg so væl til høvið.
Á jakkanum stóð: "I really don't care, do u?" (Eg leggi yvirhøvur ikki í, gert tú?). Bæði talskvinnan hjá Melaniu og forsetin í USA hava úttalað seg um jakkan.
- Tað er bara ein jakki, og har vóru eingi fjald boð í klædnavalinum. Aftaná týdningarmiklu vitjanina í dag í Texas, vóni eg ikki, at tað er tað sum miðlarnir fara at fokusera uppá", segði talskvinnan hjá Melaniu Trump, Stephanie Grisham, sambært Reuters.
Trump svaraði atfinningunum um jakkan aftur á Twitter, har hann legði dent á, at jakkin var vendur til Fake News Media (følsku tíðindamiðlarnar).
“I REALLY DON’T CARE, DO U?” written on the back of Melania’s jacket, refers to the Fake News Media. Melania has learned how dishonest they are, and she truly no longer cares!
— Donald J. Trump (@realDonaldTrump) June 21, 2018
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald