Innanlands

Jákup og Jógvan framvegis vanligastu mannfólkanøvnini

Jógvan Joensen er vanligasta fulla navn hjá monnum í Føroyum. Tólv menn í Føroyum hava hetta navnið í felag

(Savnsmynd: Hagstovan)

(Savnsmynd: Hagstovan)

2024-09-04 15:27 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nøvnini Jákup og Jógvan eru framvegis vanligastu mannfólkanøvn í Føroyum. Hesi bæði nøvnini hava ligið sum nummar eitt og tvey øll árini síðan 1985, skrivar Hagstovan.

Síðani 2002 hevur Jákup verið mest vanliga navnið, meðan Jógvan var mest vanliga navnið undan tí. Eisini hava nøvnini Rúni, Høgni, Ólavur og Kári verið vanlig mannfólkanøvn í nógv ár.

Samanborið við fyri 30 árum síðani, eru tó onkrar broytingar at síggja. Síðan tá hava nøvnini Martin, Magnus og Jónas tikið plássini frá Jan, Regin og John á listanum yvir tíggju tey vanligastu nøvnini á monnum. Av teimum er Jónas nýggjasta navnið. Tað er best umtókta navn á monnum í einogtjúgundu øld. Tað er klintrað av einum 367. plássi í 1993 til áttanda pláss í 2023, tá teir vóru 170 í tali.

Fleiri nøvn eru eisini løgd afturat hesi 30 árini. Nøkur av teimum, sum í dag eru vanlig nøvn millum menn, eru til dømis Mattias, Nóa, Lukas, Liam, Sámuel, Bragi og Mika.

Jógvan Joensen er vanligasta fulla navn hjá monnum. Tólv menn í Føroyum hava hetta navnið í felag. Hetta hevur verið vanligasta fulla navnið hjá monnum øll árini síðan 1985, tá 20 menn høvdu hetta navnið.

Les eisini: Elias best umtókta dreingjanavnið í 2023

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder