Hjá teimum, sum hava glett seg at síggja nýggjasta James Bond filmin "No Time To Die", sum m.a. inniheldur upptøkur úr Kalsoynni, gerst bíðitíðin nú uppaftur longri.
Frumsýningin av 25. filminum í røðini um agent 007, er nú útsett fyri triðju ferð.
Upprunaliga skuldi filmurin frumsýnast í apríl í fjør, síðani varð tað broytt til november, so apríl í ár, og nú er sýningin enn einaferð útsett – hesaferð til 8. oktober.
Hesum boðaðu filmsframleiðararnir frá í nátt, sambært Ritzau.
Fyrstu og aðru ferð var tað koronafarsóttin, sum var orsøkin til, at frumsýningin varð útsett, men einki verður sagt um, hví tað nú verður útsett enn einaferð.
Í "No Time To Die" sæst Daniel Craig aftur í høvuðsleiklutinum sum James Bond fyri fimtu, og sum skilst seinastu ferð.
Í brellbitanum, sum sæst omanfyri, ber til at síggja Kallin – í 1:23 minutti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald