Innanlands

Jan Højgaard fær trý ár afturat

Fer undir fimta trý ára skeið sum formaður í Føroya Fiskimannafelag

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-02-01 09:03 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað er nú greitt, at Jan Højgaard verður formaður fyri Føroya Fiskimannafelag í trý ár afturat.

Í gjár var seinasta freist at lata inn atkvøðuseðilin í formansvalinum, og tá talt varð upp vísti tað seg, at verandi formaður fekk 297 atkvøður meðan avbjóðarin, Axel Hansen, fekk 130 atkvøður.

Sostatt kann verandi formaður halda fram í eitt nýtt trý ára skeið.

Jan Højgaard varð fyrstu ferð valdur til formann í 2007 og fer sostatt nú undir sítt fimta formansskeið.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder