Innanlands

Jannik aftur til NSÍ

Miðvallarin heldur ikki fram á Skála

Mynd: Bjarni Enghamar/B36.fo

Mynd: Bjarni Enghamar/B36.fo

2019-03-05 19:42 Author image
Ari av Rana
placeholder

Jannik Olsen, sum farna kappingarár var leigaður út til Skála, verður nú aftur at síggja í NSÍ.

Tað er bolt.fo sum veit at siga, at 20 ára gamli Jannik hevur verið partur av fleiri venjingardystum hjá NSÍ í ár, og at tað er endaliga greitt, at hann ikki spælir við Skála komandi kappingarár.

Jannik spældi 19 dystir við Skála í fjør, vísa hagtølini hjá Faroe Soccer.

Betri-deildin hjá monnum verður skotin í gongd sunnudagin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder