Innanlands

Annika Olsen á listanum

Annika Olsen er á listanum hjá Fólkaflokkinum, sum varð samtyktur á fyrsta uppstillingarfundi í gjár

Borgarstjórin í Havn stillar upp til løgtingsval (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Borgarstjórin í Havn stillar upp til løgtingsval (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-02-22 10:36 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Í gjár var uppstillingarfundur hjá Fólkaflokkinum í Suðurstreymoy, og har skuldi millum annað avgerast, um Annika Olsen kom á listan ella ikki. 

Portalurin hevur fingið staðfest frá álítandi keldum, at Annika Olsen sum væntað er á listanum. Annika Olsen var í sjónvarpinum í gjárakvøldið, har hon varð spurd, um tað ikki var ein andsøgn, at hon var ímóti at borgarstjórar sótu í løgtinginum, og at hon nú stillar upp til val. Annika Olsen hevur áður sagt, at borgarstjórar ikki hava tíð at sita í Løgtinginum. Men í gjár segði hon, at hon enn hevði somu støðu, og at hon ikki ætlaði at røkja báðir sessir í senn, um hon verður vald í Løgtingið. Men hon vísti eisini á, at býráðsval verður um tvey ár, og at hon ikki veit um hon verður borgarstjóri. 

Portalurin hevur eisini tosað við Hans Joensen, formann í Havnar Framburðsfelagi og spurt, um til bar at fáa at vita, hvør annar er á listanum. Men hann sigur, at fundurin í gjár avgjørdi, at listin ikki skal kunngerast, fyrr enn eftir næsta- ella triðja uppstillingarfund. 

Rætting: 

Upprunaliga stóð í greinini, at "Portalurin hevur eisini fingið staðfest, at Janus Rein er á listanum frá uppstillingarfundinum. Janus Rein sat á tingi seinasta valskeið. Hann sat fyri Fólkaflokkin, eftir at hann fór úr Framsókn."

Eftir at Portalurin skrivaði hesa greinina í morgun hava vit verið í sambandi við Janus Rein, sum sigur at hann ikki hevur tikið støðu til uppstilling enn. Hann segði, at hann upprunaliga var á einum lista, men at hann í gjár greiddi frá, at hann ikki kann taka støðu til uppstilling enn, tí hann júst hevur byrjað eina nýggja fyritøku, og at tað fer við nógvari tíð. Tí er hann fyribils ikki á listanum. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder