- So er flogskiparabúnin hjá mær hongdur í klædnaskápið fyri seinastu ferð.
- Vegna áhaldandi heilsutrupulleikar havi eg verið noyddur at ásanna, at yrkisleið mín sum flogskipari er komin at enda. Tað eru nærum 19 ár síðani, eg fyrstu ferð setti meg við stýripinnin í einum flogfari, og fyrr í summar var so seinasti dagurin, skrivar Janus Rein á Facebook í kvøld.
Hann skrivar víðari, at hann ikki veit, hvat framtíðin fer at bjóða, men at helst okkurt skal stinga seg upp.
- Eg havi í mínum starvi sum flogskipari altíð borið flogskiparabúnan við stoltleika og lagt serligan dent á, at ferðafólkini í flogfarinum hjá mær skuldu kenna seg trygg og væl. Takki innarliga fyri allar tær persónligu afturmeldingarnar, sum eg ígjøgnum árini havi fingið frá tykkum ferðandi.
- Talan er ikki um lívshættisligar heilsutrupulleikar; tað eru trupulleikar, ið hava samband við flúgving, og sum gera, at eg ikki kann vera flogskipari, vissar Janus Rein um.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald