Innanlands

Janus W. Mortensen við nýggjum lagi á jóansøku

Nýggja lagið kallast "Eg vil kempa fyr at liva"

Mynd: Tvøroyrar kommuna

Mynd: Tvøroyrar kommuna

2019-06-20 16:43 Author image
Ari av Rana
placeholder

Eins og siðvenja er á jóansøku á Tvøroyri, so er ein ørgrynna av tónleiki at hoyra í miðbýnum, har Tvøroyrar Kommuna hevur skipað fyri palli og tjaldi fyri jóansøkugestunum.

Eitt av teimum meira forkunnugu tónleikainnsløgunum í ár, er ein live-frumframførsla frá Janus W. Mortensen. Janus hevur røtur her á Tvøroyri og er einamest kendur fyri sonnu landapláguna “Mítt vakra Føroya Land”, ið varð til í samstarvi við Jens Marna Hansen og Norðleif W. Holm. Lagið hevur veruliga vunnið frama millum føroyingar og tí var tað við spenningi at lurtað varð eftir útvarpinum í morgun, tí nú hava teir báðir, Janus og Jens Marni, enn einaferð sett seg saman og hava givið eitt nýtt lag út.

Útvarpið var fyrst úti við lagnum, men á jóansøku fáa vit fyrstu live-framførslu! Framúrskarandi lagið, “Eg vil kempa fyr at liva” liggur nú á Youtube og kann hoyrast her. Lítil ivi er um, at hetta lagið eisini fer at verða tráðspælt í miðlunum komandi tíðina.

Janus fer á pallin í miðbýnum fríggjakvøldið 21. juni.

Kelda: Tvøroyrar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder