Uttanlands

Japan: Áleið 1,6 milliónir fólk flutt burtur orsakað av vatnflóð

Skriðulop hava eisini verið í útsynningspartinum av landinum, og regnið hevur verið áhaldandi ígjøgnum dagin

(Mynd: Scanpix)

(Mynd: Scanpix)

2019-08-28 09:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í  Japan er nú kvøld, og ígjøgnum mikudagin hava vatnflóðir sett sín serstaka dám á í pørtum av landinum. 

Tað er serliga í útsynningspartinum, har býirnir Saga, Fukuoka og Nagasaki vórðu hart raktiir av ógvusligum regnni. Í morgun komu 100 millimeter av regni um tíman niður í Saga, og væntandi heldur nógva regnið fram.

Í minsta lagið ein maður er deyður, og onnur eru komin álvarsliga til skaða. Fólk hava verið fangaði í bilum sínum, og mynduleikar hava heitt á fólk um at sleppa sær avstað úr økinum - yvir 1.6 millión er flutt burtur. 

Maðurin í Saga, sum doyði, sat í sínum bili, tá hann varð tikin burtur av regninum. Onnur eru komin til skaða í bilum, tí tað ikki hava fingið stýrt honum. 

Alt er órógvað av regninum - serliga flutningur. Fleiri handlar eru eisini stongdir.

Tað er væntandi, at ógvusliga regnið heldur fram í kvøld í pørtum av Japan. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder