Uttanlands

Japan vil framvegis hava klørnar í Watson

- Okkara støða er framvegis tann, at vit vilja framhaldandi heita á allar partar um at fáa hann útflýggjaðan, sigur talsfólk fyri japansku stjórnina

Paul Watson sat í yvir fýra mánaðir fongslaður í Grønlandi í fjør (Mynd: EPA)

Paul Watson sat í yvir fýra mánaðir fongslaður í Grønlandi í fjør (Mynd: EPA)

2025-07-23 15:20 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Japan er framvegis áhugað í at fáa fatur á umhvørvisstríðsmannin Paul Watson og fáa hann rættarsøktan hóast Interpol ikki longur heitir á løgreglumyndugleikarnar um at handtaka hann.

Les eisini: Interpol sleppir handtøkuboðunum upp á Paul Watson

- Avgerðin um at taka fráboðanina aftur broytir ikki upp á japansku handtøkuboðini, skgur eitt talsfólk fyri japansku stjórnina, Yoshimasa Hayashi, sambært AFP tíðindastovuni.

- Okkara støða er framvegis tann, at vit vilja framhaldandi heita á allar partar um at fáa hann útflýggjaðan.

74 ára gamli Paul Watson varð handtikin í Grønlandi síðsta summar orsaka av japanska handtøkuboðunum. Hann sat í yvir fýra mánaðir fongslaður í Nuuk, innan danska løgmálaráðið tók avgerð um ikki at útflýggja hann til Japans.

Málið millum Japan og Watson stavar frá 2010, tá Paul Watson, sambært japansku myndugleikanum, var við til at gera skaða á eitt japanskt hvalaveiðuskip.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder