Í desember mánaði í fjør tók Japan seg burtur úr altjóða hvalaveiðinevndini, IWC, og avgjørdi harvið at fara undir aftur vinnuliga hvalaveiðu.
Og í dag eru fyrstu skipini stevnd út at skjóta hval, skrivar Reuters.
Í Japan eru tey spent. Fleiri japanar hava ikki havt ráð til at keypa tvøstið, sum hevur verið til keyps, men vónirnar eru nú, at tað skal gerast bíligari, nú verulig hvalaveiða byrjar aftur.
Sum vera mann, er japanska avgerðin ikki fallin í góða jørð, og hetta gjørdi ein røð av altjóða djóra- og umhvørvisverndarfelagsskapum eisini vart við á G20 fundinum, sum júst hevur verið í Osaka.
Teir gjørdi vart við, at tað ikki er humant at drepa hval til havs við spreingiløðingun í harpunini – nakað, ið gevur hvalunum ein pínufullan deyða.
Uttanríkisráðharrin í Ný Sælandi, Winston Peters, er samdur við teimum.
- Hvalaveiða er ein aveldur og óneyðugur siður. Vit vóna, at Japan vil taka avgerðina upp av nýggjum og støðga hvalaveiðuni, sigur hann.
Hóast Japan seinastu árini hevur virkað sambært reglunum hjá IWC, so merkir tað ikki, at hvalir ikki eru veiddir. Japan hevur dripið rættiliga nógvar hvalir hesi árini.
Japanar hava tó lagt dent á, at teirra hvalastingarar ikki jagstra hótta hvalasløg, og at tað er ein inngrógvin partur av japanskari mentan at eta tvøst. Hartil hevur Japan alla tíðina – við loyvi frá IWC – havt møguleika at reka vísundaliga hvalaveiðu.
Og tann rætt hava japanar brúkt, serliga kring Antarktis, har fleiri hundrað hvalir eru skotnir hesi seinastu árini. Til vísundalig endamál.
Ein altjóða dómstólur setti bann fyri hesi veiðu í 2014. Í mai í fjør var aftur galið, tá Japan skjeyt 333 sildrekar sunnan fyri Avstralia. Av teimum vóru 122 kvidnir kvennhvalir. Hetta varð ikki væl móttikið í Avstralia.
- Avstralia er móti allari veiði – vinnuligari ella sokallaða vísundaligari hvalaveiði, segði avstralski uttanríkisráðharrin, Marise Payne, í eini fráboðan.
Umframt Japan, so verða hvalir eisini skotnir av íslendskum og norskum hvalastingarum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald