Uttanlands

Jarðskjalvti út fyri Japan

Ávaringar um flóðaldur eru sendar út

2024-08-08 10:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein harður jarðskjálvti hevur í morgun verið út fyri sunnara parti av Japan. Tí er ávaring send móti flóaldum í fleiri landslutum í útsynningspartinum av landinum.

Á heimasíðuni hjá japansku sjónvarpsstøðini NKH verða fólk biðin um at halda seg burtur frá strondum og áarmunnum.

- Andurnar kunnu gerast nógv hægri enn væntað, ljóðar ávaringin, men sagt verður eisini, at tað ikki er vandi fyri flóðalduskaðum.

Amerikanski USGS-jarðfrøðisstovnurin hevur skrásett tveir skjálvtar ikki langt frá strondini í ein útsynning úr Japan.

Fyrsti skjálvtin varð máldur til 6,9 og annar nakað størri, 7,1. Sambært USGS vórðu skjálvtarnir ávikavist 33 og 25 kilometrar undir havbotninum, skrivar Ritzau.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder