Uttanlands

Jarðskjálvtin í Lombok kravt 39 mannalív

Tsunamiávaringarnar eru tó tiknar aftur

Sjúklingar máttu flytast úr sjúkrahúsinum (Mynd: Ritzau)

Sjúklingar máttu flytast úr sjúkrahúsinum (Mynd: Ritzau)

2018-08-05 21:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í minsta lagið 39 fólk hava latið lív í ógvusliga jarðskjálvtanum, sum í dag rakti indonesisku oynna Lombok.

29 av teumum deyðu eru funnin í norðara partinum av oynni, men fólk eru eisini deyð í høvuðsbýnum Mataram og aðrastaðni á Lombok.

Tey flestu vórðu dripin av múrsteinsbrotum og øðrum lutum, ið rakti tey undir jarðskjálvtanum.

Ein rúgva av fólki eru eisini særd, og fleiri bygningar eru oyðilagdir.

Millum tey, ið lótu lív í dag var eitt eitt ára gamalt barn og ein 72 ára gamal, skrivar TV2.

Fyri hálvumøðrum tíma síðani vóru tsunamiávaringar frá myndugleikunum tiknar aftur bæði í Bali og Lombok.

Sambært myndugleikunum virka floghavnirnar í Bali og Lombok sum vanligt í kvøld.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder