
Í gjárkvøldið varð fyrsta umfar av ársins Sement-tónleikakapping á skránni, har fyrstu finalistarnir vórðu funnir.
Átta bólkar fóru á pallin á Reinsarínum í Havn. Teir vóru AWL, Gjáir, Karla Hansen, Ókendir, Solstice, Doysin, Jarhzé og Novacaine, og dómsnevndin avgjørdi at senda Jarhzé og Ókendir víðari.
Um Jarhzé segði dómsnevndin m.a. "góða útstráling, góðan stíl, góð og fangandi løg, gott sjálvsálit," og sóu dómararnir risa menningarmøguleikar í honum.
Um Ókendir segði dómsnevndin m.a., at bólkurin hevði eina sterka framførslu, sum fangaði áskoðarafjøldina og fangandi løg. Bólkurin luttók eisini á Sement í fjør, og sóu dómararnir eisini eina stóra framgongd í mun til seinast.
Næsta umfar av Sement verður næsta leygarkvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald