Innanlands

Jastrid á Dalbø skal standa á odda fyri Fuglafjarðar kvøldskúla

Hon er er 51 ára gomul, er útbúgvin lærari, og umframt royndir við undirvísing hevur Jastrid verið virkin á mentanarøkinum seinastu mongu árini

2023-02-02 13:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fuglauglafjarðar kommuna hevur sett Jastrid á Dalbø í starv sum leiðara á Fuglafjarðar kvøld og ungdómsskúla. 

Hesum boðar heimasíðan hjá Fuglafjarðar kommunu frá. Hon er lærari, og umframt royndir á hesum økinum hevur Jastrid royndir á mentanarøkinum.

- Jastrid á Dalbø er 51 ára gomul, er útbúgvin lærari og hevur starvast á Fuglafjarðar skúla. Umframt royndir við undirvísing, hevur Jastrid verið virkin á mentanarøkinum seinastu mongu árini, skrivar fuglafjordur.fo

Fuglafjarðar kvøldskúli hevur hvørja viku nógv ymisk skeið so at siga hvønn dag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder