
Níggju verkætlanir við luttøku úr Norðurlondum og Norðuramerika fara at fáa stuðul til at granska burðardygga menning av Arktis. Verkætlanirnar fevna um evnir sum hav, vatn, lívfrøðiligt margfeldi, yvirferðslu av ferðafólki og mineralir.
Føroyskir granskarar eru við í tveimum av verkætlanunum og játtanin til føroyska arbeiðið er góðar 4 milliónir krónur
Í samstarvi við granskingarfíggjarar í átta londum hevur NordForsk játtað tilsamans góðar 330 milliónir norskar krónur, tað eru góðar 210 milliónir danskar krónur.
Hetta er fyrstu ferð, at NordForsk samstarvar við Kanada og USA, og ávikavist fyrstu og aðru ferð, at Grønland og Føroyar eru við sum fíggjarar í einum av útboðunum hjá NordForsk.
Hóast verkætlanirnar fevna um ymisk evnir, eru veðurlagsbroytingar, náttúruríkidømi og trygd felagsnevnarin fyri tær níggju fíggjaðu verkætlanirnar. Harumframt er støðan hjá upprunafólkum týðandi evni í øllum fíggjaðu verkætlanunum.
– Vit í NordForsk hava arbeitt miðvíst við hesi útbjóðing í fleiri ár, og vit eru sera fegin og errin um at kunna leggja fram úrslitini av hesum arbeiði, sigur Arne Flåøyen, stjóri í NordForsk.
– Verkætlanirnar, sum nú fáa fígging, hava verið ígjøgnum tvær umfatandi metingar, og stóra talið av umsóknum umframt denturin á tvørvísindaligt samstarv og sjónarmið hjá upprunafólkum merkir, at tær eru komnar ígjøgnum eitt trongt nálareyga. Tilsamans raka tær níggju verkætlanirnar sera væl trý øki í útbjóðingini: trygd, náttúruríkidømi og eitt samfelag í broyting. Hetta merkir eisini, at vit hava stórar vónir til verkætlanirnar, og vit gleða okkum at fylgja teimum í verkætlanartíðarskeiðinum, sigur Arne Flåøyen.
186 granskarar frá 66 stovnum
Í fyrsta umsóknarumfari við freist í juni 2024 fekk NordForsk 199 umsóknir. Eftir fakliga meting vórðu 36 av hesum bodnar víðari til seinna umfar, sum nú er avgjørt.
Í verkætlanunum eru tilsamans 186 granskarar frá 66 ymiskum universitetum og stovnum í 10 ymsum londum. Flestu granskararnir koma frá Kanada (54), síðani Norra (46), Finnland (25) og Danmark (24), Svøríki (11), Ísland (8), Grønland (7), USA (5), Føroyar (4) og Stórabretland (2).
Verkætlanir við føroyskari luttøku
Addressing Unavoidable Non-Economic Losses to Climate-Induced Events for Communities in the Arctic (LostToClimate)
Verkætlanarleiðari: Rico Kongsager, Københavns Professionshøjskole, Danmark
Luttakarar frá Kanada, Danmark, Føroyum, Finnland, Grønland, Ísland, Norra, Svøríki og USA
Føroysku luttakararnir eru frá Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum.
Marine phycotoxins in the Arctic: an emerging climate change risk (PHATE)
Verkætlanarleiðari: Sofia Ribeiro, GEUS – De Nationale Geologiske Undersøgelser for Danmark og Grønland
Luttakarar frá Kanada, Danmark, Føroyum, Grønlandi, Íslandi og Norra.
Føroysku luttakararnir eru frá Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum og frá Havstovuni.
Samstarvspartar í útboðnum
Útboðið um burðardygga menning av Arktis er gjørt í samstarvi millum Norges forskningsråd, Suomen Akatemia í Finnlandi, Danmarks Frie Forskningsfond, Granskingarráðið, Vetenskapsrådet og Formas í Svøríki, Nunatsinni Ilisimatusarnermik Siunnersuisoqatigiit í Grønlandi, Rannis í Íslandi, National Science Foundation í USA, Canada Research Coordinating Committee og NordForsk.
Samlaða játtanin til føroysku partarnar er góðar 4 mió. kr., sum er meira enn fýra ferðir tað, sum Føroyar játtaðu til útboðið, 900.000 kr. Munurin kemur frá fíggingini hjá NordForsk.
Les um allar játtaðu verkætlanirnar her
Granskingarráðið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald