Innanlands

Játtanin til Fróðskaparsetrið skal hækka við tveimum milliónum

Hetta er fyri, at tveir flokkur av námsfrøðingum kunnu takast upp í heyst. Kampusætlanin er eisini høgt raðfest í fíggjarætlanini

2023-02-15 15:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í fíggjarlógaruppskotinum, sum skal viðgerast í morgin, er játtanin til Fróðskaparsetrið hækkað við tveimum millónum krónum.

Hetta er serliga fyri, at tveir flokkur av námsfrøðingum kunnu takast upp í heyst. Tillagingar verða gjørdar í námsfrøðiútbúgvingini, soleiðis at størri dentur verður lagdur á dagstovnanámsfrøði.

Hesum boðar Barna- og Útbúgvingarmálaráðið frá í dag.

- Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, fegnast um, at skjøtil nú er settur á at loysa trupulleikarnar, sum hava verið á nógvum dagstovnum kring landið, sum í stóran mun hava manglað útbúgvið starvsfólk. Eisini innan serstovnaøkið er tørvur á fleiri námsfrøðingum, so tað er at fegnast um, at fleiri væntandi verða útbúgvin um nøkur ár.

Tá landsstýrismaðurin vitjaði Fróðskaparsetrið í januar, staðfesti hann millum annað, at ymiskt skuldi gerast fyri at styrkja/betra um Setrið. Har vóru umstøðurnar ein partur av tí, og sonevnda kampusætlanin er eisini eitt av teimum høgt raðfestu økjunum í fíggjarlógaruppskotinum.

Les eisini: - Fyri at nøkta tørvin mugu vit fremja kampusætlanina í verki 

Heimasíðan bumr.fo skrivar, at farið verður nú av álvara undir at umvæla og nútímansgera bygningarnar á Frælsinum,  soleiðis at Setrið fær góðar hølisumstøður. Samstundis verður eisini farið undir at fyrireika bygging av nýggjum høvuðsbygningi hjá Setrinum, sum er ein liður í nýggju stóru kampusætlanini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder