
Ein nýggj kanning hjá Fakfelagssamstarvinum, Heilsuhjálparafelagnum og Heilsurøktarafelagnum vísir nógvar fyrimunir við at stytta arbeiðsvikuna. Hesir eru millum annað minni strongd, betri familjulív og samlað størri lívsgóðsku - og so er ettokostnaðurin av at stytta arbeiðsvikuna á almenna arbeiðsmarknaðinum niður í 37 tímar er 104 mió, og ikki 750 mió, sum politiski myndugleikin áður hevur spátt.
Les eisini: Fakfelagssamstarvið: Nógv bíligari at stytta arbeiðsvikuna í 37 tímar
Hetta varð staðfest á tíðindafundi í Smæruni í dag, har kanningin hjár Jan Otto S. Holm, búskapar- og fíggjarfrøðingur, og Regin Berg, stjórnmálafrøðingi varð løgd fram. Teir hava kannað fyrimunir og kostnaðir við at stytta arbeiðsvikuna til 37 tímar.
Javnaðarflokkurin vísir í tíðindaskrivi seinnapartin til nýggju kanningina og boðar samstundis frá, at flokkurin seinni í vikuni fer at leggja fram uppskot um stigvíst at stytta lógarásettu arbeiðsvikuna niður í 37 tímar komandi árini.
Fyri tveimum árum síðani var hetta eitt av høvuðsvallyftinum hjá flokkinum, sum kom í andstøðu og sum nú fer at leggja uppskotið fram fyri aðru ferð.
- Tíðin er komin til at gera broytingar, sum gera tað lættari at sameina arbeiðslív og familjulív. Innan stóran part av almenna arbeiðsmarknaðin merkir hetta, at hóast fólk arbeiða styttri, so verður ikki brúk fyri at seta fleiri fólk í starv á hesum arbeiðsøkinum. Við at stytta arbeiðsvikuna fáa vit størri trivnað á arbeiðsplássinum og meira tíð saman við familjuni. Hesum arbeiðir Javnaðarflokkurin fyri.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2021/10/05/890x590/1633453523dzs6fgkljc.jpg)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald