Innanlands

Javnaðarflokkurin fingið nýtt valevni

Ingilín D. Strøm verður millum valevnini hjá Javnaðarflokkinum til komandi løgtingsval

Frá vinstru, Djóni Nolsøe Joensen, tingmaður, Aksel V. Johannesen, løgmaður, Ingilín D. Strøm, valevni og Kristianna Winther Poulsen, tingkvinna

Frá vinstru, Djóni Nolsøe Joensen, tingmaður, Aksel V. Johannesen, løgmaður, Ingilín D. Strøm, valevni og Kristianna Winther Poulsen, tingkvinna

2019-01-20 14:44 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Javnaðarflokkurin boðar í dag frá, at 27 ára gamla Ingilín D. Strøm stillar upp fyri flokkin til komandi løgtingsval, sum skal vera í seinasta lagi 31. august.

Ingilín er dóttir Hans Paula Strøm, fyrrverandi løgtinsmaður og landsstýrismaður fyri Javnaðarflokkin.

Hon hevur lisið á altjóða studentaskúlanum, United World College, eisini hevur hon m.a. búð og arbeitt í Addis Ababa og Keypmannahavn. Aftaná hetta flutti hon heim aftur til Føroyar, har hon síðani hevur tikið prógv í Føroyskum á Fróðskaparsetrinum.

Í frítíðini er hon m.a. virkin í Amnesty International, Ráð Teirra Lesandi, Býarfesti og Vistgrøði.

- Eg stilli upp, tí eg vil arbeiða fyri einum samfelag, ið flógvar um solidaritet og arbeiðir í felag um felags, rættvísar, burðardyggar og innihaldsríkar loysnir fyri náttúru og fyri menniskju, sigur Ingilín D. Strøm.

Meira kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder